Fyri at økja um trygdina fyri, at vøra, sum kemur til rottufríar oyggjar, ikki er fongd við rottu, hevur Umhvørvisstovan heitt á virkir, heilsølur og handlar, um at fylgja hesi mannagongd, tá vøra verður pakkað og merkja hana við serligum merkiseðli, sí longur niðri.
Vegleiðing tá vøra verður send til rottufría oyggj:
HEILSØLAN/HANDILIN
1. Kanna vøruna væl (Visuell inspektión. Er tekn um rottu? Er hol á vøru?).
2. Pakka vøruna við plastfoliu, soleiðis, at øll vøran er dekkað (eisini platturin, so rotta ikki sleppur inn undir plattin).
3. Fyll út merkiseðilin ”Eftirlit við vøru til rottufríar oyggjar”
- "Sendari": Skriva navni á heilsølu/handli
- "Er vøran heil og óskalað": Skriva "Ja" (annars kann vøran ikki sendast!)
- "Vátta": Skriva undir og dagfest
4. Set merkiseðilin á innpakkaðu vøruna.
5. Pakka vøruna sama dag, sum hon verður send.
6. Vøran skal í størst møguligan mun standa innandura til hon verður send.
FLUTNINGUR
7. Um vøran ikki fer avstað beint sum hon er pakkað (og merkt við merkiseðli), men hevur staðið eina tíð á goymslu ella úti, t.d. á eini kai ella við ein tyrlupall, skal tann, sum flytur vøruna víðari, kanna vøruna (Visuell inspektión. Er tekn um rottu? Er hol á vøru?) og vátta á merkiseðilinum, at vøran er heil og óskalað, áðrenn hon verður flutt víðari.
8. Um vøra fær skaða undir flutningi, eigur flutningsfólkið, ella tann, sum tá hevur vøruna um hendi, beinan vegin at bøta um skaðan, t.d. klistra fyri, og skriva viðmerking um hetta á merkiseðilinum.
MÓTTAKARIN
9. Um móttakarin varnast, at vøran ikki er heil og óskalað, eigur móttakarin at kanna vøruna serliga væl, ella senda hana aftur til sendaran.
10. Um eingin merkiseðil er á vøruni, eigur móttakarin at gera vart við tað hjá heilsøluni/handlinum, ella hjá Umhvørvisstovuni
11. Um tann, sum hevur flutt vøruna til oynna, ikki hevur váttað á merkiseðilinum, eigur móttakarin at gera vart við tað hjá heilsøluni/handlinum, ella hjá Umhvørvisstovuni.
Undantøk, tá ikki er neyðugt at seta merkiseðil á vøru:
- vøra, sum privatpersónur tekur við sær
- vøra, sum eyðsæð ikki kann vera fongd við rottu, t.d. smærri pakkar, sum ikki innihalda fóður ella føði annars.
Bílegg merkiseðlar
Umhvørvisstovan hevur gjørt avtalu við Føroya Prent um samprent, so handlar og heilsølur kunnu bíleggja merkiseðlar fyri ein lægri kostnað.
Kostnaður (sept. 2021):
- 500 eint., kr. 2.145,-
- 200 eint., kr. 1.795,-
- 100 eint., kr. 1.425,-
Allir prísir eru uttan mvg.
Tá vøran kemur fram til móttakarin, gevur merkiseðilin ávísa trygd fyri, at serligt ansi er tikið, tá vøran varð pakkað og í sambandi við flutning.